Koda Kultur
Koda Kultur hevur eina røð av stuðulsmøguleikum.
FFT uppfordrar øllum limum, eisini Koda-limum búsitandi í Føroyum, at søkja stuðul hjá Koda-Kultur.
Fyri at lesa meira um Koda Kultur fylg hesari leinkjuni: kultur.koda.dk
Fyri yvirlit yvir stuðulsmøguleikar hjá Koda Kultur, fylg hesari leinkjuni: kultur.koda.dk/legatoversigt
Koda-Føroyar grunnurin
Um føroyska mentanarpeningin hjá Koda
Sambært viðtøkunum hjá Koda skulu 10 % av nettoinntøkuni av teimum innkravdu viðurløgunum fyri tónleikanýtslu nýtast til sosial og mentanarlig endamál, í Danmark. Ein partur av hesari upphædd endar í Føroyum.
Høvuðsendamálið hjá Koda-Føroyar grunninum er at stuðla nýggjum føroyskum tónleiki við tilhoyrandi teksti
Hvør viðger mína umsókn?
Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, ið stendur fyri býtinum í Koda-Føroyar grunninum.
Hvør kann søkja stuðul?
Fyri at FFT kann veita stuðul frá Koda-Føroyar grunninum, er tað ein treyt, at tey tónaskøld/orðasmiðir, ið søkja stuðul eru limir í Koda.
Harumframt kann FFT veita stuðul frá Koda-Føroyar grunninum til:
- konsertfyrireikarar
- festivalar
- ensemblir/bólkar og einstaklingar (solistar)
Hvat verður stuðul latin til?
- Innspæling og útgávu (til dømis á fløgu, plátu og digitalt/talgilt)
- Konsertir (tiltøk við verkum hjá fleiri tónaskøldum)
- Framførsla av tónlistarverki (kompositión) í útlandinum
- Bílegging av verkum
Hvat hevur týdning, tá mín umsókn verður viðgjørd?
- Ein av treytunum er, at meginparturin av tilfarinum er egið.
- Konsertir verða bert stuðlaðar í tann mun, at ein týðandi partur, í minsta lagi 50%, av framførda tónleikinum er føroyskur.
- Sum tónaskald ber ikki til at bíleggja eitt verk frá sær sjálvum.
Hvussu nógv verður latið í stuðli?
Innspæling og útgávur (á fløgu, plátu og talgilt)
- 20 min og longri = upp til 3.000 kr.
- stakløg = upp til 500 kr. Í mesta lagi 6 løg um árið.
Konsertir (og størri tiltøk við verkum hjá fleiri tónaskøldum)
- Hægst 15.000 kr. (kann ikki søkjast av tónaskaldinum sjálvum)
Framførsla av kompositiónum í útlandinum
- Meira enn 10 minuttir = 2.000 kr. fyri hvørt tónaskald
- Minni enn 10 minuttir = 1.200 kr. fyri hvørt tónaskald
- Hægst 5.000 kr. fyri hvørja samanhangandi konsertrøð
- Hægst 15.000 kr. fyri hvørja árliga verkætlan
- Stuðul verður ikki veittur til framførslur í landinum har tónaskaldi býr.
Bílegging av nýskrivaðum verki
- Einstaklingar, bólkar og festivalar kunnu søkja. Kann ikki søkjast av tónaskaldinum sjálvum.
- Hægst 5.000 kr.
Tíðarfreistir fyri umsókn og nær útgoldið verður
- Til ber at søkja alt árið.
- Stuðulin verður latin sum undirskotsgaranti. Tað merkir, at verkætlanin ikki má hava hægri inntøkur enn útreiðslur. Stuðulin kann útgjaldast, tá verkætlanin er endað og tað kann skjalprógvast, t.d. við einari fløgu og roknskapi.
Verður verkætlanin stuðlað, skal Koda krediterast við búmerki og teksti. Tú fært fatur á búmerkinum her.
Tekstdømi: Udgivet med støtte fra Kodas færøske kulturpenge / Útgivið við stuðli frá Koda-Føroyar grunninum
Soleiðis søkir tú
- Send tína umsókn til composers@composers.fo
- Kunna um verkætlanina, tónaskøld og orðasmiðir, longd á tónleikinum og viðheft eina fíggjarætlan fyri verkætlanina.
Kunning og stuðulsupphæddir
Kunning og stuðulsupphæddir fyri 2020 kunnu lesast her