Her eru slóðir til nakar síður sum kundu verið áhugaverdar hjá tær at vitja:
Plátufelagið TUTL
Plátufelagið TUTL varð sett á stovn í 1977 av tónleikarunum og tónasmiðinum Kristian Blak. Tað sum sermerkir TUTL í mun til onnur plátufeløg er at tað eru tónleikararnir og tónasmiðirnir ið eiga Tutl. Tí er tað eisini áhugamálini hjá hesum sum hava fremstu raðfesting. TUTL hevur sum endamál at stimbra korini hjá føroyskum tónleikarum og tónasmiðum, betra um tónleikapallin í Føroyum og marknaðarføra føroyskan tónleik um allan heim.
Les meira á tutl.com
Føroya Tónleikarafelag
Felag fyri føroyskar tónleikarar, ið umboðar áhugamál og viðurskifti hjá tónleikarum. Harafturat gevur limaskapur møguleika fyri vinnuferðatrygging og ljóðføristrygging sum annars kann koma at kosta fleirfalda.
Føroya Tónleikarafelag umsitur eisini føroyska Gramex grunnin ið stuðlar ferðing og útgávum hjá Føroyskum Tónleikarum.
Les meira á ftf.fo
Gramex
Limafelag innan tónleikavinnuna. Gramex heintar gjald fyri tónleikarar og plátufeløg tá ið tónleikur teirra verður spældur alment. Tí er tað sera umráðandi at melda seg sum lim, og senda studielistarnar til Gramex – so kanst tú fáa fíggjarliga inntøku tá ið tónleikur tín verður spældur alment.
Les meira á gramex.dk
Koda
Koda hevur til endamáls at tryggja at tey ið skapa tónleikin eisini fáa nakað burturúr – tónaskøldini og songskrivararnir. Koda heintar gjald fyri tónaskøld og songskrivarar tá ið tónleikur teirra verður spældur alment. Tí er tað sera umráðandi at melda seg sum lim, og skráseta tá ið konsertir verða spældar – so kanst tú fáa fíggjarliga inntøku tá ið tónleikur tín verður spældur alment.
Les meira á koda.dk
Koda hevur eisini nógvar grunnar ið tilber at søkja um fíggjarligan stuðul frá,
les meira á: kultur.koda.dk
Spotify for artist
Um tú vilt broyta mynd, biografi ella annað á tínum Spotify profili, so mást tú fyrst vátta (verify) tín spotify artist profil. Fyri at vita hvussu mann kann gera hetta, og annað í sambandi við Spotify, vinarliga fylg vegleiðingini her: artists.spotify.com
Stuðul
Niðanfyri eru savnaðir nakrir stuðulsmøguleikar:
Virkir, Kommunur:
Haraftur at stuðla kommunur og virkir ofta mentanarligum virksemi sí her dømi frá: Tórshavnar kommunu. Best er um grundgivið verður væl í umsóknunum fyri hví júst tín verkætlan hevur uppiborið stuðul og eisini hví tú søkir júst hetta virkið ella kommununa.