Stuðul

Koda-Føroyar grunnurin


Um føroyska mentanarpeningin hjá Koda


Sambært viðtøkunum hjá Koda skulu 10 % av nettoinntøkuni av teimum innkravdu viðurløgunum fyri tónleikanýtslu nýtast til sosial og mentanarlig endamál, í Danmark fyrr nevnt de kulturelle midler. Ein partur av hesari upphædd endar í Føroyum.


Høvuðsendamálið hjá Koda-Føroyar grunninum er at stuðla nýggjum føroyskum tónleiki við tilhoyrandi teksti


Hvør viðger mína umsókn?

Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, ið stendur fyri býtinum í Koda-Føroyar grunninum. Felagið Føroysk Tónaskøld fekk nýggja nevnd í apríl 2016.

Nevndin er:

  • Kristian Blak

  • Heðin Ziska Davidsen

  •  Jóhannus á Rógvu Joensen

  • Theodor Kapnas

 


Hvør kann søkja stuðul?

Fyri at FFT kann veita stuðul frá Koda-Føroyar grunninum, er tað ein treyt, at tey tónaskøld/orðasmiðir, ið søkja stuðul eru:

  • limir í Koda og

  • antin búgva í Føroyum ella eru føroysk tónaskøld/orðasmiðir búsitandi uttanlanda.


Harumframt kann FFT veita stuðul frá Koda-Føroyar grunninum til:

  • festivalar

  • ensemblir/bólkar og einstaklingar (solistar)


Hvør kann ikki fáa stuðul?

  • Føroysk tónaskøld/orðasmiðir sum eru búsitandi í Danmark ella Grønlandi kunnu ikki søkja stuðul, tí tey kunnu søkja stuðul ávikavist í Danmark ella Grønlandi.

  • Føroysk tónaskøld/orðasmiðir, sum eru limir í DKF, DJBFA, DPA ella tilsvarandi felagsskapi í øðrum londum, kunnu ikki søkja stuðul, tí tey kunnu søkja stuðul í sínum felagsskapum.

 

  Hvat verður stuðul latin til?

  •  Innspæling og útgávu (til dømis á fløgu, plátu og digitalt/talgilt)

  • Konsertir (tiltøk við verkum hjá fleiri tónaskøldum)

  • Framførsla av tónlistaverki (kompositión) í útlandinum

  • Bílegging av verkum


Hvat hevur týdning, tá mín umsókn verður viðgjørd?

  • Ein av treytunum er, at meginparturin av tilfarinum er egið ella er skrivað av tónaskøldum og orðasmiðum búsitandi í Føroyum og uttanlanda (tó ikki í Danmark ella Grønland). Tá talan er um tónleikaútgávu, skal tilfarið vera minst 20 minuttir til longdar.

  • Konsertir verða bert stuðlaðar í tann mun, at ein týðandi partur av framførda tónleikinum er føroyskur.

  • Sum tónaskald ber ikki til at bíleggja eitt verk fra sær sjálvum.


Hvussu nógv verður latið í stuðli?

Innspæling og útgávur (á fløgu, plátu og talgilt)

  • 20 min = upp til 3.000 kr.

Konsertir (og størri tiltøk við verkum hjá fleiri tónaskøldum)

  • Hægst 15.000 kr. (kann ikki søkjast av tónaskaldinum sjálvum)

Framførsla av kompositiónum í útlandinum

  • Meira enn 10 minuttir = 1.200 kr. fyri hvørt tónaskald

  • Minni enn 10 minuttir = 800 kr. fyri hvørt tónaskald

  • Hægst 4.800 kr. fyri hvørja konsertrøð

  • Hægst 10.000 kr. fyri hvørja árliga verkætlan

Bílegging av nýskrivaðum verki 

  • Einstaklingar, bólkar og festivalar kunnu søkja. Kann ikki søkjast av tónaskaldinum sjálvum.

  • Hægst  5.000 kr.

Størri tiltøk

  • Hægsta upphædd ein festival kann fáa er 60.000 kr. Eitt størri tiltak, sum t.d. ein festivalur, kann verða stuðlað við fleiri smærri upphæddum, ið hvørjar sær kunnu fara til ymisk endamál, men samlaða upphæddin má ikki vera hægri enn 60.000 kr.


Tíðarfreistir fyri umsókn og nær útgoldið verður

  • Til ber at søkja alt árið.

  • Stuðulin verður latin sum undirskotsgaranti. Tað merkir, at verkætlanin ikki má hava hægri inntøkur enn útreiðslur. Stuðulin kann útgjaldast, tá verkætlanin er endað og tað kann skjalprógvast, t.d. við einari fløgu og roknskapi.

  • Verður verkætlanin stuðlað, skal Koda krediterast við búmerki og teksti. Tú fært fatur á búmerkinum her.

 

Tekstdømi: Udgivet med støtte fra Kodas færøske kulturpenge / Útgivið við stuðli frá Koda-Føroyar grunninum


Soleiðis søkir tú

  • Kunna um verkætlanina, tónaskøld og orðasmiðir, longd á tónleikinum og viðheft eina fíggjarætlan fyri verkætlanina.

 

FFT fer at upplýsa um játtaða stuðulin á heimasíðuni www.composers.fo