Til limirnar í Felagnum Føroysk Tónaskøld.

Innbjóðing til fund og mat!
Felagið Føroysk Tónaskøld bjóðar hervið limum sínum á kunnandi fund mikudagin/kvøldið 29. juni kl 17.00 á Gjáargarði (í Gjógv).
Fundirin er í samband við at felagið hevði árliga aðalfundin herfyri, og at felagið nú er vorðin fullur limur í ISCM (International Society for Contemporary Music).

Umframt kunning um áðurnevndu mál, verður greitt frá tiltøkum ið FFT stendur fyri, ella luttekur í, í 2011/2012, bæði innan og uttanlanda.
Tiltøkini fevna m.a. um sangskriving, bíllegingar og annað.

Hetta er samstundis eitt gott høvi hjá limunum at gera vart við mál av ymsum slag, og at spyrja um ymiskt ið viðvíkur felagum.
Eftir fundin, kl 19.00 er mentunarkvøld við mati tónleiki og føroyskum dansi.

Hetta er tiltak sum er partur av skránni hjá Summartónar

Tónleikainnslagið er við: John Nugent og Yggdrasil - John Nugent (saxophone), Angelika Nielsen (violin), Kristian Blak (piano), Heðin Ziska Davidsen (guitar), Mikael Blak (bass)

Felagið Føroysk Tónaskøld bjóðar til tiltakið (kostnaðurin er annars 350,-).
Vegna bílegging av mati, verða tit biðin um at tekna tykkum sum skjótast, hjá undirritaða ella hjá Kristian Blak.

Vónandi taka nógv undir við tiltakinum.

Heilsan
Atli K Petersen
Formaður í FFT