The association was founded on the 14th of November 1987.
The purposes of the association are to nurture the interests of Faroese composers, to protect their rights and to actively seek to improve the composers' artistic and financial circumstances.

 

Heystframsýningin - Aldubáran konsert

So er Aldubáran aftur in action. Sunnudagin 26. september kl. 17.00 er konsert í samband við Heystframsýningina. 

Sjálv framsýningin byrjar leygardagin og dagin eftir, fer Aldubáran at framføra tónleik í stóru høllini. Høllin hevur framúr ljómburð, so sera væl egnað til smærri samansetingar og solo ljóðføri. Júst sovorðin tónleikur er at hoyra. Á skránni er føroyskur tónleikur eftir m.a. Atla K Petersen og Kára Bæk.  

Tónleikararnir, ið framføra eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta – Christina Andersen, fagott – Ólavur Olsen, trompet – Sámal Petersen, violin. 

Innan og eftir konsertina býðst høvið, at skoða listarverkini, ið eru á hesi Heystframsýningini.  

Konsertin er sunnudagin 26. september kl. 17.00 í listahøllini á Tórshavnar Skipasmiðju, á Rundingi,  og varir í slakan tíma.